Nú eitur forsetin í Cuba ikki Castro

Fyri fyrstu ferð í 59 ár eitur forsetin í Cuba ikki Castro

Miguel Diaz-Canel er formliga blivin forsetin í Cuba eftir Raul Castro. Í 1959 tók Fidel Castro valdið í Cuba eftir eina kommunistiska kollveltin á oynni. Í 2008 tók beiggi hansara, Raul Castro, valdið í landinum. 

 

 

Í dag er valdið tó fyri fyrstu ferð farið til ein, sum ikki eitur Castro. Tí nú er valdið latið í hendurnar á Miguel Diaz-Canel, sum nú er nýggi forsetin í Cuba sambært Ritzau og AFP. 

 

 

Tann 57 ára gamli Miguel Diaz-Canel var fyrst varaforsetin í stjórnini hjá Raul Castro. Í sínum embæti sum varaforseti gjørdi hann tó ikki nógv um seg. Og tað sær ikki út til, at hann fer at borðreiða við øðrvísi politikki, nú hann tekur yvir eftir bróður Fidel, Raul Castro. 

 

 

- Tað fer framvegis at vera ein forseti fyri Cuba, sum verjir kollveltingina, segði nýggi forsetin í november í fjør. 

 

 

Raul Castro heldur fram sum leiðari í Kommunistiska flokkinum í Cuba fram til 2021. Diaz-Canal hevur eina fortíð, sum hevur vakt ans. Tí tá hevði hann langt hár og segði alment frá, hvussu væl honum dámdi The Beatles. Hetta varð illa móttikið av eldhugaðum kommunistum, sum hildu, at The Beatles umboðaðu mentanina hjá kapitalistisku fíggindunum hjá Cuba. 

 

 

/ritzau/