Uppreisturin ímóti einaræðisstýrunum í Norðurafrika og Miðeystri hevur nú breitt seg til syðra part av Afrika. Í Swazilandi, sum er kongadømi, hevur tað verið ófriðarligt nakrar dagar, har fólk hava gingið kravgongu við kravi um demokratiskar nýskipanir.
Sum skilst krevja fólk ikki, at kongurin, Mswati III, skal fara frá, men at valdið hjá kongi verður skert.
BBC skrivar, at eitt mannsterkt løgreglulið legði upp í kravgonguna í høvuðsstaðnum Manzini í gjár við táragassi og vatnkanónum. Tey, sum skipa fyri kravgongunum, siga við tíðindastovuna AP, at táragass og vatn fara ikki at steðga teimum, og at tiltøkini fara at halda fram.
Mswati III kongur hevur 14 konur og er kendur fyri at oyðsla landsins pengar burtur, meðan meginparturin av fólkinum mugu stríðast hvønn dag fyri at fáa til lívsins uppihald. Sambært einari ST-uppgerð hava 70 prosent av fólkinum í Swazilandi minni enn ein dollara at liva fyri um dagin.