Tað var longu hin 24. oktober í ár, at Vága býráð samtykti at keypa “Trolhúsið” í Miðvági frá P/F Vest Service. Síðan tá hevur verið arbeitt við at fáa tey praktisku viðurskiftini í samband við søluna upp á pláss, og nú eru hesi viðurskifti avgreidd, og ognarbrævið er undirskrivað.
Trolhúsið í Miðvági er 1.000 fermetrar stórt, og tað stendur á Innaru Bryggju í Miðvági. Vága kommuna hevur í nógv ár leigað part av bygninginum til sløkkilið og bátasavn, og eisini húsast ambulansutænastan í bygninginum, eins og nøkur privat leigumál eru.
- Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa betri umstøður til rakstrartoymið hjá kommununi, sum heldur til í gamla SEV-húsinum á Innaru Bryggju. Hesin bygningur er stívliga 200 fermetrar stórur, og rúm er ikki fyri øllum maskinum, akførum, amboðum og øðrum tilfari.
Tað vita tey í Vága kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at onkrar maskinur og amboð hjá kommununi standa úti, og annað verður goymt í ymiskum meiri og minni egnaðum kommunalum bygningum.
- Heldur ikki eru starvsfólkaumstøðurnar nóg góðar. Baðirúm er ikki, og starvsfólkini hava ikki eitt felags hølið, har øll rúmast. Ætlanin er nú, at Trolhúsið skal brúkast til rakstrartoymið, og at sløkkiliðið fer inn í SEV-húsið, siga tey í Vága kommunu.










