Nú eigur KÍ seks á landsliðnum

Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen eru boðsendir at vera við á landsliðnum í staðin fyri tveir útisetar

Tá ið Håkan Ericson mánadagin kunngjørdi, hvørjar hann hevur boðsent at vera við í landsdystunum ímóti Malta og Andorra vóru fýra KÍ spælarar millum teir útvaldu. Nú hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir tveimum KÍ spælarum aftrat. Talan er um tveir av lyklaspælarunum, sum mikukvøldið vóru eyðsýndir, tá ið klaksvíkingar á útivølli í Bern taptu 3-1 ímóti Young Boys í europeisku meistarakappingini.

FSF sigur soleiðis á heimasíðu síni ídag:

vey avboð afturat eru komin til A-landsdystirnar hjá monnum, sum í næstu viku skal spæla UEFA Nations League-dystir ímóti Malta og Andorra. Mikudagin gjørdist greitt, at Rene Shaki Joensen ikki verður klárur til landsdystir í næstum, og í hansara stað er komin Heri Hjalt Mohr úr HB.

Og nú er staðfest, at hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spælir við Valur í Íslandi, ella Rógvi Baldvinsson, ið er sáttmálabundin við Bryne BK í Norra, verða við landsliðnum hesaferð.

Rógvi stríðist við skaða í lærkrikanum, meðan tað eru sóttarhaldsreglur í Íslandi, sum gera, at Kaj Leo kortini ikki verður úttikin til landsdystirnar, sum eru á skránni í komandi viku.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ.

Upprunaliga var liðskiparin hjá klaksvíkingum úttikin til U21-landsdystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði á Toftum 2. og 8. september. Men nú eru also boð eftir honum á A-landsliðnum.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 6. september klokkan 14:00 skal føroyska landsliðið royna seg á útivølli ímóti Andorra.

Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D1, ið umframt Føroyar, Malta og Andorra, eisini telur Lettland, sigur FSF.

Umframt Patrik Johannesen og Jákup B. Andreasen eru KÍ spælararnir, sum hava fingið landsliðsboð, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóannes K. Danielsen og Jóannes Bjartalíð.