Nú eigur Jógvan barr í Reykjavík

Undirtøkan, sum Græna Herbergið hevur fingið síðan byrjan, hevur verið ógvuliga góð, og eigararnir eru væl nøgdir við gongdina.

Í juli mánaði í fjør læt Jógvan Hansen, sum leingi hevur verið virkin í tónleikalívinum í Íslandi, upp eina barr ella eina krógv í Reykjavík. Navnið er Græna Herbergið - ella Grøna Herbergið, sum vit vildu sagt á føroyskum

 

Tað eru Jógvan og ein íslendskur vinmaður og tónleikari, sum saman eiga virksemið, og teir hava eisini aðrar íleggjarar, sum hava lyft undir verkætlanina.

 

- Í fleiri ár havi eg sum tónleikari arbeitt nógv rundan um slík støð sum hetta, men eg havi ikki verið partur av teimum sjálvur. Hinvegin havi eg gingið og hugsað um at royna hetta.

 

Í sínari tíð arbeiddi Jógvan Hansen eitt skifti sum barrvørður í Barok, men nærri slíkum virksemi er hann ongantíð komin.

 

Barrin ella krógvin hjá Jógvani og vinmanni hansara í Reykjavík liggur ógvuliga sentralt fyri í býnum, og tað er lítið meira enn eitt hanagleiv oman í Hørpuna.

 

- Tað er alt annað enn lætt at sleppa inn í slík høli, ið liggja so væl fyri í býnum, tí tað eru nógv, sum vilja inn, tá hølini gerast tóm.

 

Jógvan Hansen sigur, at tað eisini er rættiliga trupult at fáa loyvi til barrvirksemi í Reykjavík yvirhøvur, tí kvotur eru á, hvussu nógvar barrir kunnu vera í býnum.

 

- Í so máta haldi eg, at vit hava verið hepnir, tí loyvið, sum vit hava fingið, fevnir um alt frá skeinkiloyvi til restauratiónsvirksemi og dans, sigur hann.

 

Snotuligu hølini eru í tveimum hæddum, soleiðis at dansur kann vera í niðaru hæddini, samstundis sum friðarligur tónleikur er í ovaru.

 

Undirtøkan, sum Græna Herbergið hevur fingið síðan byrjan, hevur verið ógvuliga góð, og eigararnir eru væl nøgdir við gongdina.