Nú eigur EB/Streymur tørn

Ein av heilt spennandi spurn­ingunum undan 10. umfari er, hvussu tað fer at ganga, tá ið TB 2. hvítusunnudag fyri fjórðu ferð eigur heimavøll á nýggja vøllinum við Stórá í Trongis­vági.
Í trimum teimum fyrstu royndunum hevur úrtøkan verið full. Tað var ivaleyst óvæntað, at tað fyri viku síðani eydn­aðist at vinna trivaligan sigur á HB. Nú kemur EB/Streymur, sum rættuliga hevur undan­vind, at vitja.
Hjá TB er kapping um pláss­ini á liðnum, og allir spælar­arnir eru tøkir.
Egil á Bø, liðformaðurin hjá EB/Streymi, noyddist av vøll­inum miðskeiðis í 2. hálvleiki í steypadystinum ímóti HB mikukvøldið. Teir í Sundalagnum vóna, at hann verður tøkur 2. hvítusunnudag. Arnbjørn Hansen tók seg dygst undan dystarbyrjan av liðnum, tí hann var sjúkur. Tað er kapping um plássini, tí bæði Pætur Dam Jacobsen og Pauli G. Hansen nú eru tøkir.
Tá ið hesi bæði liðini hittust við Margáir í 3. umfari var úrslitið 1-1.

TB - EB/Streymur:
Dagfinn Forná
2. hvítu­sunnudag kl. 15.00