Hetta er ein ávaring til okkum øll. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikum í koronu, nú tað er staðfest, at tvey fólk í Føroyum hava fingið koronu. Og hann heldur, at hetta ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at tilmælini um reinføri og frástøðu, verður tikið í álvara.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/tvey-folk-fingid-koronu-i-foeroyum/Les eisini: Tvey fólk fingið koronu í Føroyum
– Í roynd og veru er tað sera einfalt og tað er at halda frástøðu og at vaska sær væl um hendurnar. Men er vatn og sápa ikki til taks, eru hyggjuráðini at spritta sær væl um hendurnar.
– Tá ið tú fert til handils, skalt tú spritta tær væl um hendurnar, tá ið fert inn í handlinum. Í Handlinum skalt tú ansa eftir at halda teg minst ein-tveir metrar frá fólki. Og tá ið tú hevur goldið fyri vøruna og sett vognin frá tær, skalt tú spritta hendurnar eina ferð afturat.
– Vit eiga at ansa eftir, at øll tey punktini, sum nógv fólk nerta við, ikki elva til smittuspjaðing og tí hevur tað stóran týdning at vaska og spritta sær um hendurnar, bæði ofta og væl, sigur.
Men hann sigur, at sum gongdin er nú, mælir hann fólki til at brúka masku í ávísum føri. Hann heldur ikki at tað er neyðugt at brúka masku á alfaravegi. Men hann heldur, at tað er at brúka vit og skil at brúka masku, tá ið vit eru eru innandura, saman við nógvum fólki.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/korona-hetta-var-tad-sum-ikki-skuldi-henda/Les eisini: Hetta var tað sum ikki skuldi henda
Her hugsar hann um tey, sum koyra við bussunum hjá Bygdaleiðum og bussleiðum hjá kommununum. Og hann heldur eisini, at tað er at brúka vit og skil at brúka masku, tá ið vit ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni og fara til handils, ella aðrastaðni, har tað mangan er nógv fólk í lítlum rúmum,
– Eru vit í eini mannamúgvu eiga vit at vera í masku, leggur hann afturat.
Hann heldur eisini, at fólk, sum koma heim til Føroya, eiga at vera serliga varin teir fyrstu dagarnar. Og serliga eiga tey at halda seg frá fólki, sum ikki tola at verða sjúk.
– Vit hava við eitt virus at gera, sum vit ikki vita so nógv um. Summi av teimum, sum verða smittað, verða næstan ikki sjúk, men onnur tola tað ikki, og doyggja av tí.
– Vit vita ikki hví, men tað eru ikki bara gomul og veik fólk, sum verða í lívsvanda av koronu, sigur hann.
Og tað er so ymiskt, hvussu fólk smitta. Í Århus hava tey illgruna um, at eit fólk, ein superspjaðari, sum tey siga, hevur smittað eini 80 onnur fólk, sum viðkomandi var saman við, leggur hann afturat.