Nú drýtir Miðflokkurin á niðastu røkurnar

Hans Pauli Strøm, Vestmanna
------

Ongin hevur sum Jenis á Rana heglað niður á undanfarnu samgongur fyri skattalættar, sum vóru givnir, serliga í árunum 2005-08. Eirindaleysur hevur hann brikslað og spottað Javnaðarflokkin, tí vit vóru við til at fremja hesar skattalættar í fyrru ABC-samgonguni.
Hann kveistraði tað til viks sum týdningarleyst, at Javnaðarflokkurin sum okkara mótkrav til skattalættan fekk framt ein hækking av Samhaldsfasta, so útgjaldið í dag er 2.000 kr. hægri um mánaðin, enn tað var í 2004. Ein hækking, sum pensjonistarnir við lægstu inntøkunum fáa einamest burturúr.
Ongin hevur sum Jenis á Rana grátið um “tey á niðastu rókum”.
Alt tey beru rossatár, síggja vit nú.
Tí nú fer tann svarta BAD-H samgongan hjá Jenisi at fremja ein skættalætta, sum ger enda á okkara norðurlendsku skattaskipan við tí progressiva ella sosiala skattastiganum, og setir eina asosiala skattaskipan í verk, sum er serliga populer í fyrrverandi kommunistalondunum eystanfyri.
Og so skulu teir fíggja hesar háinntøkugávurnar við at stjala skattainntøkurnar hjá pensjonistunum, sum um nøkur áratíggir annars skuldu vera við til at bera tær veksandi almanna- og heilsuútreiðslurnar tá.

Dømi um Jenis og arbeiðsmannin
Eftir nýggju skattaskipanini fer ein arbeiðsmaður við vanligari tímaløn at fáa ein skattalætta upp á góðar 100 kr. um mánaðin.
Til samanberingar fer Jenis á Rana – við tingmannaløn + hálvari læknaløn – at fáa millum 7.000 og 8.000 kr. í skattalætta, um mánaðin.
Væntandi er harumframt, at skattalættin vendir aftur sum ein útreiðslulúsingur til láginntøkurnar. Tí tá háinntøkugávurnar fara at verða oystar út á marknaðin í øktari nýtslu, so kemur enn meira ferð á príshækkingarnar, og livikostnaðurin fer eitt ordans spark uppeftir. Tá verður uppaftur truplari at fáa endarnar at røkka saman hjá teimum, sum í dag knossa undir tungum húsarhaldsútreiðslum.
Frá borgarligu afturhaldsflokkunum, Sambands- & Fólkaflokkinum, er hetta ikki so óvæntað. Hevði tó aldrin trúð slíkt frá Miðflokkinum. Men hann var bíliga til sølu – øll sømiligheit fyri borð, bara fyri ein sess undir liðini á Jørgen Niclasen.