Nú dalar kunsturin

Góði Jóannes, brúkar tú títt skarpa vit rætt?

Mær tykir, tú handlar í so skjótt. At formaðurin í Javnaðarflokkinum er feilfríur, skal verða ósagt av mær, men rættingar til hansara mistøk skuldu verið viðgjørd innanfloks og ikki í bløðunum. Tað er ikki so long tíð síðan, tú vildi avtaka annan løgtingsmannin her suðuri hjá okkum, nú er tað formaðurin í Javnaðarflokkinum, ið ikki er eftir tínum høvdi, hvør tann næsti verður, kann tú verða vísur í at mong frøast um at frætta. Nei, byggir Jóannes Eidesgaard einki land, handan skrivingin hjá tær ger tað sanniliga ikki. Eitt mugu vit báðir gera okkum púra greitt, tað er at verða tann, ið skal standai frammi, er alt annað enn so líka til, tað hevur tað ongantíð verið og serliga í einum politiskum flokki, har meiningarnar altíð vilja vera ymiskar. Eg dugi ikki at síggja nakað ringt í tí, at formaðurin hjálpir til við uppstilling úti um landið, tá heitt verður á hann til tað. Tað er vanligt at formaðurin kemur á fund saman við nøkrum av løgtingsfólkunum hjá okkum, sum ikki búgva í Havn, tað er nakað vit gleða okkum til, og hava vit brúk fyri ráðum frá honum ella teimum, ið við honum eru, so gera vit tað. Tað er ikki nakað, sum nakar fær ilt av, tvørtur ímóti.
Fyri ikki so langari tíð síðan sóu vit í bløðunum misnøgd í einum øðrum politiskum flokki, har var tað ikki formaðurin, ið stóð fyri skotum, men framstandandi politikari í flokkinum. Hendan skriving týðir ikki uppá, at okkara politiska støði hækkar, tvørtur ímóti. Tað má vera hart hjá einum formanni fyri nokk so stóran politiskan flokk at fáa tað skotsmál, at hann hevur eina ringa muru, og at hann gongur við gron. Soleiðis kenni eg ikki Jóannes Eidesgaard, eg vil siga tað mótsatta um mannin.