Premier League byrjar aftur 17. juni. Tað skrivar BBC. Sagt verður, at feløgini eru samd um at byrja aftur 17. juni.
Tað mangla 92 dystir av hesum kappingarárinum. Flestu feløgini mangla níggju dystir, meðan Aston Villa, Sheffield United, Manchester City og Arsenal mangla tíggju dystir.
Premier League hevur testað spælarar og hjálparfólk tvær ferðir um vikuna í seinastuni. Higartil eru 12 fólk testaði positiv fyri koronasmittuni av 2,752 testum. Øll sum verða testaði positivt skulu í sóttarhald.
Hóasdagin samdust feløgini um at fara til næsta stig við venjing, so liðini kunnu venja í størri bólkum við kropskontakt. Liverpool er 25 stig fremst í Premier League.