Kappingarárið í føroyskum borðtennis fer av bakkastokki um vikuskiftið, tá ið skipað verður fyri fyrstu Grand Prix-kappingini. Grand Prix er ein røð av seks kappingum, har samlaðir vinnarar verða funnir á øllum aldursbólkum.
Borðtennis heldur vanliga á fram til apríl, tá ið kappingarárið endar við stóra FM-tiltakinum, ið verður fyriskipað saman við badminton og judo. Tó eru landsliðsleikarar eisini javnan í gongd um summarið vegna kappingar uttanlands.
Luttakandi feløgini í ár verða væntandi Tór, TBF og Royn. Fyrsta kappingin verður spæld í Eysturskúlanum leygardagin kl.12.00.