Í annaðkvøld byrjar innleiðandi FM-kappingin í borðtennis. Hetta verður í skúlanum við Løgmannabreyt kl.18.00, har leikararnir fara at kappast um at koma í FM-finalurnar í blandaðum tvímansleiki, tvímansleiki og einmansleiki.
Hjá monnunum verður kappingin hjá monnunum serliga hørð í ár. Verandi føroyameistarin, Pætur Albinus, luttekur saman við eitt nú Peter H. Niclasen, sum hevur vunnið FM ikki færri enn 16 ferðir.
Teir báðir kunnu tó vænta sær harða mótstøðu frá landsliðsleikarunum báðum, Fróða F. Jensen og Halli Thorsteinsson, sum eru búsitandi í Keypmannahavn, men sum báðir koma heim til Føroya bara fyri at luttaka.
Eisini í kvinnukappingini verður tað spennandi, har Anna Mikkjalsdóttir, sum áður hevur vunnið FM, skal royna at vippa verandi føroyameistaran, Duritu F. Jensen, av trónuni.