fimleikur
Mánadagin 15. septembur fara fyrstu liðini hjá Støkk undir venjingarnar aftur. Komandi fimleikavetur hevur Støkk nógv at bjóða bæði royndum og óroyndum íðkarum.
Størsti parturin av fimleikarunum hjá Støkk eru børn. Hesi koma til venjing hvørja viku at spæla, læra og hugna sær saman. Gentuliðini gera nógvan rútmiskan fimleik, meðan dreingjaliðini fáast meira við reiðskapsfimleik. Eins og undanfarin ár, hevur Støkk lið fyri børn í øllum aldri, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Nú kunnu vit endiliga bjóða fólki at koma til aerobic venjingar aftur í Støkk! Eftirspurningurin hevur verið stórur seinastu árini, og nú er tilboðið um aerobic fimleik aftur á skránni. Væntandi fara nógv at taka við hesum tilboði. Vant verður hvørt mánakvøld í fimleikahøllini í Søldarfjarðar Skúla, og er tað Annika Joensen, sum fer at taka sær av undirvísingini.
Um aerobic ljóðar ov strævið, er eisini møguleiki at íðka motiónsfimleik. Jóhanna Troest venur liðið, sum verður kallað motiónskvinnur. Motiónskvinnurnar venja hvørt týskvøld í Glyvra Skúla.
Síðsta fimleikavetur byrjaði eitt nýtt lið fyri vaksin. Tað eru Ludvík Justinussen og Johannes Steingrund, sum eru venjarar í reiðskapi og styrki. Liðið er bæði fyri menn og kvinnur; venjingin verður lagað til fimleikararnar, soleiðis at øll fáa nakað burturúr. Vant verður hvørt hóskvøld í høllini á Rituvíkshálsi.
At íðka fimleik økir um vælveruna, og styrkir hjartað og blóðrensl. Fimleikafelagið Støkk er fyri øll, bæði ung og gomul. Kom og verð við!