Nú byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya Søgu

? Fámjinsskjalið ger enda á einum tíðarskeiði í Føroya Søgu og nú ganga vit ímóti nýggjari tíðum, segði løgmaður

Fámjinsskjalið

? Nú byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya Søgu.
So stórt metir Jóannes Eidesgaard tað var, tá ið hann og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, skrivaðu undir Fámjinsskjalið í bygdarhúsinum, Vesturhøll, í Fámjin, seinnapartin týsdagin.
Fámjinsskjalið er ein felagsyvirlýsing sum staðfestir, at danska stjórnin bindur seg til at samvirka við landsstýrið um at geva føroyingum fult innlit og møguleikan fyri at fáa ávirkan, tá ið trygdarmál og uttanríkismál eru til viðgerðar, sum hava við Føroyar at gera.
Danska stjórnin fer framvegis at taka avgerðir vegna ríkið, men har Føroyar eru ein partur, skulu vit hava fult innlit og møguleika at ávirka avgerðirnar.
? Hettta er ein søgulig løta, tí nú fáa føroyingar fult innlit og møguleika at ávirka tær avgerðir, sum hava við Føroyar at gera í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum høpi.
Samstundis bindur danska stjórnin seg til at danskar sendistovur uttanlands skulu hjálpa føroyingum í uttanlandsmálum, eitt nú við at lata føroyingar arbeiða á teimum og við at lata okkum hava útgerð og amboð til taks.
Hann vísti á, at tað, sum eyðkendi tíðarskeiðið, sum farið er, og serliga kalda kríggið, var, at týðandi avgerðir vórðu tiknar viðvíkjandi Føroyum, uttan at vit yvirhøvur vistu av tí.
Hann sipaði millum annað til radarstøðina á Sornfelli.
? Nú, vit undirskriva hesa avtaluna, er tann parturin í Føroya Søgu endaður og vit ganga eini nýggjari tíð ímøti.

Ein felags ríkisfelagsskapur
Við Fámjinsskjalinum hevur danska stjórnin bundið seg til at virka fyri at geva føroyingum fult innlit, samstundis sum vit skulu takast við upp á ráð, tá ið avgerðir viðvíkjandi Føroyum verða tiknar so at vit fáa møguleika at ávirka avgerðirnar.
? Hetta skjalið er við til at vísa, at ríkisfelagsskpurin er ein felagsskapur, av fólki, sum vil vera saman, sum eru javntssett og har vit taka hvønn annan við uppá ráð, tá ið mál eru fyri, sum viðvíkja hvørjum øðrum, segði Per Stig Møller, áðrenn hann setti sína undirskrift á skjalið.
? Tað hevur stóran týdning, at vit øll føla, at hetta er ein felags ríkisfelagsskapur og hann kallaði tískil Fámjinsskjalið eina yvirlýsing ímillum vinir.
Hann segði, at søgan vísur okkum, at avgerðir eru tiknar viðvíkjandi Føroyum, uttan at Føroyar eru eftirspurdar.
? Men hetta er fortíð nú tí í okkara døgum er tað nátúrligt, at Føroyar hava avirkan og innlit í tær avgerðir, sum verða tiknar viðvíkjandi Føroyum.
? Soleiðis hevur tað verið hesi seinastu árini, men tað er ein fyrimunur at fáa pappír uppá tað, soleiðis at vit eisini fáa trygd fyri, at eisini komandi stjórnir vita, hvussu spælireglarnar eru ímillum teir ymsu partarnir í ríkisfelagsskapinum, har vit eru javntsettir partar, segði Per Stig Møller.
? Við hesi avtaluni hava vit tryggjað at Føroyar fáa møguleika at føroyingar fáa møguleika at føra síni sjónarmið fram og sostatt fáa ávirkan á tær avgerðir sum verða triknar.
Hann legði kortini dent á, at grundlógina hevði hann ikki heimild at broyta, so tað kom framvegis at vera danska stjórnin, sum tekur avgerðirnar.
Løgmaður legði afturat, at hetta er ein nýmótansgerð av ríkisfelagsksapinum útfrá einum realpolitiskum sjónarmiði.
Hinvegin var áhugin ikki so stórur at tosa um uttanríkispolitsku heimildarlógina, sum hevur sett kílar í samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
? Tað er eitt mál ímillum føroyingar og forsætismálaráðarran, segði Per Stig Møller stutt, táið hann varð spurdur um tað.