Nú byrjar Champions League aftur

Í kvøld byrjar heimsins besta fótbóltskapping aftur eftir vetrarsteðg

Dagurin í dag, tann 14. Februar, er ein dagur sum flestu mannfólk hava sæð fram til í fleiri mánaðir. Og nei, orsøkin til tað er ikki tí at talan er um altjóða Valentines dagin.

 

Í dag er nevniliga dagurin at Champions League kappingin aftur fer av bakkastokki eftir ein vetrarsteðg uppá gott og væl tveir mánaðir.

 

Tvær áttandapartsfinalur eru á skránni í kvøld, og talan er um tvey verulig brak av fótbóltsdystum.

 

Í í fyrra dystinum, sum er í París í Fraklandi, tekur franska stórfelagið, Paris Saint Germain, móti sponsku meistarunum úr FC Barcelona.

 

Hóast PSG hevur heimavøllin í tí fyrra dystinum, er tað undan dystinum mett, at FC Barcelona er ein lítil favorittur til dystin í kvøld. Allíkavæl hevur PSG í fleiri ár meldað út, at tað einasta, ið teir mangla at vinna, er altjóða kappingina, Champions League, ið teir viga serstakliga høgt. Tí er væntandi fer at vera um ein opnan og javnan dyst.

 

Í hinari áttandapartsfinaluni tekur Benfica úr Portugal á heimavølli ímóti týska felagnum, Borussia Dortmund.

 

Tann dysturin tykist uppaftur meira opin enn hin áttandapartsfinalan. Dortmund er sambært bookmakarunum mettur sum ein lítil favorittur, men seinastu tíðina hevur hilnast betur hjá Benfica enn hjá Dortmund, umframt at Benfica hevur heimavøll. Tí er ilt at siga, hvør fer at draga longra stráðið í tí dystinum.

 

Til ber at síggja báðar dystirnar í kvøld á Televarpinum, sum byrja klokkan 19:45.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Paris Saint Germain – FC Barcelona

Benfica - Dortmund