Nú byrjar arbeiði uppá Landssjúkrahúsið

Í gjár setti Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, spakan í til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum. Útgrevsturin byrjar í dag og tað er P/F J & K Petersen, sum skal standa fyri tí arbeiðinum

Tíðliga seinnapartin í gjár setti Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum spakan í til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum.

Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari beyð øllum at verða vælkomin og gav síðani landsstýrismanninum orðið.

? Nú byrjar útbyggingararbeiði á Landssjúkrahúsinum, segði Helena Dam á Neystabø.

? Tað hevur í langa tíð verið tørvur á bæði umbygging og uppíbygging, men í samstarvi er avgjørt at tað verður útbyggingin, sum skal gerast fyrst og tað er hon, sum alment verður sett í verk í dag.

Útbyggingarnar av sjúkrahúsverkinum í Føroyum hava verið í gongd í langa tíð, men nú útbyggingin av sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík eru lidnar, er klárt at fara undir útbyggingina av Landssjúkrahúsinum. Ein útbygging, sum tørvur hevur verið á leingi.

? Tað hevur verið trongligt á sjúkrahúsinum í nógv ár, og fer at verða tað í eina tíð enn, men eg vóni at bæði starvsfólk og sjúklingar fara at geva tol so leingi.


Eingi seingjapláss

Henda útbyggingin, sum nú fer í gongd fer ikki at gera, at tað verða fleiri seingjapláss á Landssjúkrahúsinum í fyrsta umfari í hvussu er.

Tað er nevniliga so, at henda útbygging skal húsa framkomnari og nýggjari viðger.

Men tá alt tað er komið upp á pláss, og henda útbygging er liðug um nøkur ár, so skulu verandi sjúkrahúsbygningar umbyggjast og tá alt er liðugt verða uttan iva fleiri seingjapláss á Landssjúkrahúsinum.

Nýggi sjúkrahúsbygning-urin, sum fyribils hevur fingið navnið G-bygningurin, verður millum 700 og 800 fermetrar til víddar og verður í fýra hæddum.

Harafturat er ein kjallari, so alt í alt verður samlaða útbyggning uppá umleið 4000 fermetrar.


Útgrevstur fyri 1,6 mió

Sum verða man verður bygt í fleiri stigum.

Fyrsta arbeiði, sum skal í gongd er avgrevstur, spreinging og útgrevstur.

Tað var P/F J & K Petersen, sum hevði lægsta tilboðið uppá útgrevsturin.

Teirra tilboð ljóðaði uppá 1,6 mió. krónur og tí verða tað teir, sum skulu loysa hesa uppgávuna. Arbeiðið byrjaði í morgun.

Umframt útgrevsturin umfatar arbeiðið eisini at umleggja verandi veg oman til kapellið.

Hann skal flytast nakað oman móti neystunum hjá Havnar Róðrarfelag, og tað verður helst fyrsti parturin av uppgávuni.

Útgravingararbeiðið skal verða liðugt til árskifti, sigur Jón Danielsen frá P/F J & K Petersen.


Kostnaðarætlanin

skal halda

Tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevði sett spakan í, takkaði hon fyri tað góða samstarv, sum verið hevur higartil.

Hon nýtti eisini høvi til at ynskja teimum, sum nú fara til arbeiðis góða eydnu og hon lovaði eisini at hon, sum landsstýrismaður á økinum ætlar sær at síggja til, at tær kostnaðarætlanir, sum gjørdar eru frammanundan fara at halda.


Útbyggingarætlanin ikki endaliga greið

Henda uppgávan, sum nú fer í gongd er sum sagt fyrsta byggistig, men hvussu nógv samlaða útbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer at kosta er ikki greitt enn.

Hetta verður viðgjørd so hvørt, og eftir tí sum skilst, eftir hvussu fíggjarstøðan er í landinum.

Tað er eftir øllum at døma ikki greitt hvørjum aktivitetum nýggi parturin av sjúkrahúsinum skal húsa, men higartil er bert staðfest, at tað verður nýggj viðger og framkomin viðger, sum nevnt er omanfyri.


Gjørt tveir

sáttmálar afturat

Á tíðindafundinum greiddi Helena Dam á Neystabø eisini frá, at tað í sambandi við útbyggingina av Landssjúkrahúsinum eru gjørdir tveir sáttmálar afturat.

Ein sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið hjá Árna Winther úr Havn um arkitektaarbeiði.

Harafturat er eisini gjørdur ein sáttmáli við Landsbyggifelagið, sum skal standa fyri verkfrøðingaarbeiðnum.

Nær næsta byggistig fer í gongd er sjálvandi óvist, men tað er í øllum førum vist, at veðrurin, sum stendur á beiti niðanfyri røktardeildina á sjúkrahúsinum, ja, hann má finna sær nýggj støð at ganga á. Annars liggur hann undir ...