Jólatræið á tinghúsvøllinum í høvuðsstaðnum verður tendrað leygardagin 27. november kl. 15.30. Leygardagin byrjar stóra jólaátakið ?Jól í miðbýnum?. Fleiri tiltøk koma seinni, sum verða lýst á heimasíðuni hjá kommununi og í fjølmiðlunum.
Skráin fyri leygardagin sær soleiðis út:
10.00 Jólasøla hjá Føroya Heimavirkisfelag. 50-60 básar í Reinsarínum, Perluni, Miðlahúsinum, Tjóðpalli Føroya og Posthúskjallaranum. Opið 10.00-19.00.
13.00 Sunnva Eysturoy tekur jólamyndir í Snarskivuni frá kl. 13.00 ? 19.00.
13.00 Jólamarknaðurin á Vaglinum letur upp.
? Søla av jólabakstri og prýðislutum
? Jólakarrusell
? Framsýningar í lítlu jólasmáttunum
? Jólabakaríið er opið fyri øllum børnum
? Sølutjøld og Pannukøkuhúsið selja á Gongugøtuni.
14.30 Tutl skipar fyri KARAOKE hugnaløtu fyri børnum. Sungið verður eftir DVD?ini SYNG VIÐ. Øll eru vælkomin.
15.00 Nissutorgið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er opið frá kl. 15.00 ? 19.00. Í húsinum búgva 70 livandi og minni livandi nissur. Jólaspøl verða spæld og tónleikur verður at hoyra.
15.30 Vaglið
? Havnar Hornorkestur spælir
? Bergur Debes Joensen talar
? Heðin Mortensen borgarstjóri heldur eina røðu
? Jólamaðurin tendrar jólatræið
16.30 Jólamenninir ganga runt býin við karamellum.
16.30 Barnakórið í Musikkskúlanum syngur á Ebenezer ? trappuni
17.00 Tónleikakonsert í Havnar kirkju
Stóra barnamentanartiltakið verður 11. desember.