Seinasta leygardag varð trolbáturin, sum Bjarni Kass hevur latið smíða á Tórshavnar Skipasmiðju, flotaður, og ætlandi verður hann navngivin og handaður leygardagin Skrokkurin er smíðaður í Póllandi, men tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum eigur allar tekningar og snið. Báturin, sum er smíðaður liðugur í byggihøllini á skipasmiðjuni, er av sama slagi, sum Hansa Maria og Skálafossur. Hann er 21,30 metrar langur og 5,75 metrar breiður.
Nýbygningurin, sum kostar millum 12 og 13 miljónir krónur, kemur í flotan fyri Fiskaklett, sum Bjarni Kass hevur selt til Klaksvíkar.
Bjarni eigur frammanundan trolbátin Varðan, sum hann keypti av Viðareiði í august 2005 fyri 15,8 miljónir krónur ? við veiðirættindum. Varðin, sum er smíðaður í Hvide Sande í Danmark, fiskaði fyri 9,1 miljónir krónur í fjør, og tað er ófør veiða og søla.
Varðin eigur tilsamans 149,6 fiskidagar, og nýggi báturin eigur 83,5.
- Fiskidagarnir kunnu býtast millum bátarnar, soleiðis at hesir hava 118 fiskidagar hvør.
Bjarni Kass vísir á, at møguleikar eisini eru at keypa dagar frá línubátum ella partrolarum, tá ið tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum - væl at merkja, um dagar tá eru til avlops hjá hesum skipum.
Nýbygningurin hjá Bjarna Kass fer ætlandi tekniskan royndartúr í morgin, og væntandi letur Tórshavnar Skipasmiðja bátin av hondum leygardagin, tá hann eisini verður navngivin.