Nú byggja tey barnagarð í Vági

Nú byrjar byggingin av barnagarðinum í Vági
Barnagarðurin verður bygdur á einum stykki Yviri á Bakka í Vági og stykkið gjørt byggiklárt.
Og nú verður farið undir sjálva byggingina av nýggjum barnagarði í Vági
Upprunaverkætlanin fevndi bert um barnagarðsstovur og onga vøggustovu, og varð mett at kosta 4,3 milliónir krónur.
Tilboðini fevndu eisini um arbeiðið at byggja vøggustovu og tað vísti seg, at tað verður bara 900.000 krónur dýrari at fáa gera vøggustovuna eisini.
- Vágs Býráð metti tískil, at besta loysnin var at byggja alt um eina leið, og á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at játta peningin til at byggja nýggja barnagarðinum í Vági, siga tey í býráðnum.

Stovnurin verður skipaður við trimum heildagsstovum til barnagarðsbørn, tað verður ein stova til børn, sum eru á stovninum í hálva tíð og ein serstova.
Harumframt verður eisini vøggustova , umframt ein stova til børn í skúlaaldri – ella møguliga serstovu.
Tilsamans kostar barnagarðurin smáar sjey milliónir krónur við mvg.
Tá er grundstykkið og planering við.
Nýggi dagstovnurin í Vági við barnagarði og vøggustovu verður til umleið 75 børn.