Málið er lagt út, sum um skipasmiðjan setir alla lóggávu um umhvørvisgóðkenning o.a. á økinum til viks og bara fer í gongd at byggja.
Fyri at rudda allan iva burtur og koma øllum illgrunasemi til lívs hesum viðvíkjandi, skal skipasmiðjan sum byggiharri við hesum greiða frá gongdini í málinum:
Tórshavnar Skipasmiðja keypti Sp/F Havnar Fiskacentralur, tá hesin gavst í áttatiárunum við tí fyri eyga, at hava møguleika fyri at byggja út, um tørvur og umstøðurnar annars vórðu fyri hesum í framtíðini.
Fyri nøkrum árum síðan varð ásannað, at tørvurin fyri nýggjum goymslu og smiðjubygningi var stórur, av tí at verandi hølisviðurskifti vóru ótíðarhóskandi og ikki nøktandi í mun til virksemi. Farið var tí undir at fyrireika bygging av nýggjum bygningi og at søkja um neyðug loyvi í hesum sambandi.
Umsókn um byggiloyvi var send Tórshavnar Kommunu tann 26. mars 2001. Eftir viðgerð í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá kommununi fær skipasmiðjan tann 19. apríl 2001 byggiloyvi játtað frá kommununi, tó við teimum treytum,
?»at bygningurin ikki kemur inn á akbreytina, sum skal verða í minsta lagi 6 m. í breidd
?at garður verður gjørdur ímóti p-økinum vestan fyri Fiskavirking, soleiðis at eingin atgongd verður harífrá
?at umsøkjarin fær viðurskiftini við grannarnar uppá pláss í sambandi við uppatbygging
?at leiguavtala verður gjørd viðvíkjandi lendinum
?at viðmæli fæst frá havn-arnevndini«
Eftir at skipasmiðjan hevur fingið byggiloyvi frá kommununi kemur nýggj kunngerð í gildi, sum m.a. setir krøv um góðkenning frá øðrum myndugleikum, áðrenn byggiloyvi kann verða givið. Hetta hevur tó onga ávirkan á byggiloyvið hjá skipasmiðjuni, sum var givið við støði í gomlu kunngerðini.
Skipasmiðjan er greið yvir, at nýggj kunngerð at komin í gildi, sum ásetir strangari krøv til vinnubygningar og ásannar samstundis, at ávíst arbeiði skal gerast á umhvørvisøkinum, áðrenn nýggi bygningurin kann takast í nýtslu. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum er myndugleiki á umhvørvisøkinum, setir fram krøv um ikki bara eina umhvørvisgóðkenning av nýggja bygninginum, men eina fullkomna umhvørvislýsing av allari skipasmiðjuni, áðrenn nýggi bygningurin kann takast í nýtslu.
Tá endaliga byggiloyvi kemur frá Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu tann 8. februar 2002 verður seinast í skrivinum undirstrikað, at »áðrenn bygningurin verður tikin í nýtslu, skal ein umhvørvisgóðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyriliggja«.
Givið er, at um skipasmiðjan skuldi gjørt alt hetta arbeiðið, áðrenn byggingin kundi fara í gongd, varð talan um eina seinking av byggingini uppá eitt hálvt til eitt heilt ár, men av tí at arbeiðið sambært fyriskriftunum skal verða liðugt, áðrenn bygningurin kann takast í nýtslu, valdi skipasmiðjan heldur at byrja byggingina, og síðan arbeiða við umhvørvislýsingini, soleiðis at henda kann verða liðug, tá bygningurin verður liðugur væntandi um ársskiftið. Hetta er alt í trá við fyriskriftirnar og tey loyvi, sum eru givin.
Sum eitt av størstu arbeiðsplássum í Havnini gjøgnum nógv ár, kennir skipasmiðjan tað sum sína skyldu og ábyrgd at ganga á odda, tá um trygd, um-hvørivs- og arbeiðaravernd ræður, og verða tí alsamt gjørdar stórar íløgur í útbúnað, sum kann tryggja eitt høgt støði hesum viðvíkjandi. Skipasmiðjan roynir soleiðis altíð á besta hátt og sambært fyriskriftunum at tryggja, at dálking orsaka av virksemi á skipasmiðjuni, verður sum minst.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur tí ongar ætlanir um at sleppa sær undan teimum krøvum sum eru galdandi á økinum, men hevur einans valt at »optimera« tíðarnýtsluna, við at lata bygging og umhvørvisarbeiðið fylgjast, soleiðis at komið verður á mál ís enn, tí givið er tað, at málið um umhvørvisgóðkenningina av nýggja bygninginum og umhvørvislýsingin av skipasmiðjuni sum heild eru heilt hvør sítt mál, sum tískil væl kunnu koyrast parallelt.
Samanumtikið metir skipasmiðjan seg tí ikki hava gjørt nakað skeivt, men hevur heldur hinvegin valt eina »praktiska« loysn á einum »teoretiskum« trupulleika.
Tórshavn tann 27. juni 2002