Hetta vikuskiftið hava íslensku reiðvenjararnir Ingibergur Árnason og Sindri Sigurdsson verið á vitjan. Teir hava fingið nógv av skafti og í dag fyriskipaðu teir fystu Gæðingakeppni kappingina her hjá okkum. At hjálpa teimum høvdu teir Jóanis í Hoygarðinum, sum er ein tann føroyski reiðmaðurin við mest altjóða royndum. Teir tríggjir dømdu eisini kappingina í dag.
Kappingin var á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag og øll reiðfólkin,i ið luttóku, komu frá Føroyskt Íslandsrossafelag. Kappingin var leingi sera tøtt, Heri Dahl reið fystur og var á odda líka til Gunnar Justinussen sum seinasta reiðfólk kom á vøllin - Hann og hesturin Kamban frá Húsavík kláraðu seg sera væl, og at enda var eingin í ivi um at teir vunnu ein væl uppibornan sigur, skrivar ridisamband.fo.
Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum, vónar at hetta verður ein kapping, sum fer at vinna frama millum reiðfólk í Føroyum. Kappingin hevur nógvar fyrimunir, ið gera at tað átti at verið gjørligt hjá nógvum reiðfólkum ið vanliga ikki kappast, at vera við. Men serliga gleðist formaðurin í sersambandinum um, at hann metir at hetta er ein kapping, ið kann sameina reiðfeløgini enn meira, tí her kunna øll vera við á jøvnum føti.