Nú brennur Makedonia eisini

Í gjár noyddust myndugleikarnir í Kroatia at flyta fleiri hundrað ferðafólk undan skógareldi, sum ger um seg úti við strondina, og í dag frættist úr Makedonia, at har brenna skógirnir eisini.

Makedonsku myndugleikarnir siga, at tveir menn hava latið lív í skógareldi einar 150 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Skopje, og at 13 fólk hava fingið skaða. Teir báðir menninir, sum doyðu, arbeiddu í skóginum og royndu at hjálpa fólki burtur haðani.

Í kvøld regnar norðan fyri Skopje, og myndugleikarnir vóna, at so mikið av avfalli kemur niður, at skógareldurin sløknar, skrivar AFP.

Eisini í Spania og Portugal stríðast sløkkilið við skógareld.