Heili 48 lið dystaðust í kvøld, tá ið fult umfar var í Europa League. Hetta var triðja umfarið.
Heima á Old Trafford hevði Manchester United valt at spara Zlatan Ibrahimovic ímóti Fenerbahce, men tað forðaði teimum ikki í at vinna greitt 4-1 við málum frá Paul Pogba (2), Anthony Martial og Jesse Lingaard. Tvey av málunum, eitt hjá Pogba og eitt hjá Martial, vóru umvegis brotsspark. Málið hjá Fenerbahce skeyt fyrrverandi United-áleyparin, Robin van Persie.
Manchester United er oddalið í bólki A saman við Feyenoord. Tey bæði hava seks stig. Shakhtar Donetsk, Zenit Skt. Pætursborg og Schalke 04 eru einastu liðini við fullum stigatali, nú bólkaspælið í Europa League er komið í helvt.
Næsta umfar í Europa League verður spælt 3. novembur.
Úrslitini í kvøld vóru hesi:
Bólkur A
Feyenoord – Zorya 1-0
Manchester United – Fenerbahce 4-1
Bólkur B
Olympiacos – FC Astana 4-1
Young Boys – APOEL Nicosia 3-1
Bólkur C
Mainz 05 – Anderlecht 1-1
Saint-Etienne – FK Qabala 1-0
Bólkur D
AZ Alkmaar – Maccabi Tel Aviv 1-2
Dundalk – Zenit Skt. Pætursborg 1-2
Bólkur E
AS Roma – Austria Wien 3-3
Viktoria Plzen – Astra Giurgiu 1-2
Bólkur F
Genk – Athletic Bilbao 2-0
Rapid Wien – Sassuolo 1-1
Bólkur G
Celta Vigo – Ajax 2-2
Standard Liege – Panathinaikos 2-2
Bólkur H
Konyaspor – Braga 1-1
Shakhtar Donetsk – Gent 5-0
Bólkur I
FC Krasnodar – Schalke 04 0-1
Salzburg – Nice 0-1
Bólkur J
Qarabag FK – PAOK 2-0
Slovan Liberex – Fiorentina 1-3
Bólkur K
Hapoel Beer Sheva – Sparta Prag 0-1
Inter – Southampton 1-0
Bólkur L
Osmanlispor – Villarreal 2-2
Steau Bukarest – FC Zurich 1-1