Fleyr-TB 2-1
(19-21, 21-18, 7-5
15-21, 21-15, 5-7 og 15-5)
Nú smílast tær aftur - Fleyrkvinnurnar. Tær hava ikki havt stórvegis at gleðast um í seinastuni, men sunnudagin lýsnaði fyri framman, tá tær vunnu 2-1 á TB í einum rættiliga spennandi dysti, sum kortini ikki var avgjørdur fyrr enn eftir seinasta javnbrótaran (tie-break).
Nú eru vónirnar betri
Tað var upp á tíðina, at Fleyrkvinnurnar fingu vent skeivu gongdini, sum tær hava verið á í seinastuni.
Gamaní hevur tað verið torført, tí leikararnir eru ungir, og nógvir teirra rættiliga nýggir í meistaradeildarhøpi.
Tá tað so eisini fer at ganga ímóti á vøllinum er ofta serstakliga ringt at fáa vent gongdini, og tað er kanska júst trupulleikin Fleyr hevur havt at stríðast við í seinastuni.
Men nú eru vónirnar betri. Rúna Hentze er aftur farin at spæla, og tað sigur seg sjálvt at hennara royndir muna væl. Rúna hevur yvirtikið hevarauppgávuna frá Mariann, sum er farin á diagonalin at spæla, og tað merkir, at hon nú er við í móttøkuni, sum hevur havt so harðliga brúk fyri hennara hjálp uttan at fáa hana.
Sunnudagin var fyrstu ferð, at Mariann aftur var við í móttøkuni, og tað gav at bíta beinanvegin.
Móttøkuspælið var, um ikki fullkomið, so á rættari kós, og tá eru umstøðurnar hjá hevaranum at skipa spælið nógv betri enn tá móttøkurnar ikki eru á leið.
Spenningurin
varðveittur
Sum tað sæst á úrslitinum, so var dysturin rættiliga javnur. Liðini skiftust um at vinna, og tað eydnaðist teimum at vinna hvør sín hálvleik.
Tískil mátti tann seinasti javnbrótarin til fyri at avgera dystin, men tá hann byrjaði, hvarv allur spenningurin um úrslitið.
Fleyr sópaði allan iva um, at TB, kanska skuldi fara suður um fjørðin aftur við øllum stigunum, av borðinum.
Tær vunnu greitt 15-5, og hesa løtuna var tað sum alt steðgaði upp hjá tvørágentum.
Tær fingu bara fimm stig av 15 í hesum settinum, men trý av teimum vóru servifeilir hjá Fleyr.
Hinvegin kláraðu havnagenturnar at rætta skútuna uppaftur, og hjá teimum var tað júst tað, sum hevði tann størsta týdningin.
Tær lógu frammi í oddinum í kappingini, men mistu fótafesti, og tí ráddi tað mest av øllum um at finna rætta stevið aftur, serliga tí bara tann eini dysturin er eftir at leika, og skal Fleyr gera sær nakrar vónir um meistaraheitið í ár, yvirhøvur, so skal tann dysturin vinnast.
Merkja broytingarnar
Eins og hjá øðrum liðum er trupult tá leikarar fara, og serliga tá fleiri fara í senn úr frægara endanum av liðnum.
Vit hava á hesum síðum fyrr í ár sagt júst tað sama, men fara enn einaferð at loyva okkum at tríva aftur í orðini, tí tað tykist, sum TB hevur torført at fóta sær aftur eftir frágongdina.
Sunnudagin høvdu tær ilt við at finna hóskandi mótvápn móti Fleyr, sum trýsti tær við servunum og sum trýsti tær yvir allan vøllin.
Í álopinum trýsti Fleyr TB heilt aftur á vøllin, og tað tyktist vera trupult hjá tvørágentum at fáa bóltin fram aftur í spæl.
Kortini er alt ov tíðliga at sleppa vónunum um, at TB fer at gera seg galdandi heilt í toppinum. Tað vóna tey sjálvsagt á Tvøroyri at tær gera.
Í meðan ganga Fleyrkvinnurnar við einum smíli um andliti eftir at tær aftur megnaðu at hála ein sigur til høldar.










