Nú ber til at taka fyrsta sangin hjá BET YOU ARE WILLIAM niður av alnetinum

Fyrsta singulin hjá BET YOU ARE WILLIAM kann nú takast niður av heimasíðuni hjá Rock Pipit Records, www.rockpipitrecords.com. Longu nú hava umleið 100 fólk tikið sangin niður. Petur hevur altíð havt nógv uppá hjartað og hevur skrivað sangir í fleiri ár. Tað byrjaði við várkonsertum í Studentaskúlanum, har hann og gittarin, tveireinir, sungu einklar poppsangir við vánaligum teksti. Men við tíðini gjørdist handverkið eitt sindur betri, og í 2005 gjørdist hann nummar tvey í singer/songwriter-kappingini, ið Hotel Hafnia skipaði fyri.

 

Í 2006 var tíðin búgvin til at sangirnir royndu seg í bólkasamanhangi. Ungir og evnaríkir tónleikarar vórðu headhuntaðir til uppgávuna, og eydnaðist hetta betri enn væl. So mikið væl, at bólkurin valdi at halda á fram, hóast ætlanin upprunaliga bert var at spæla eina konsert.

 

Í fjør spældi Petur og bólkurin m.a. á G! Festivalinum, Summarfestivalinum og á Fjarðafestivalinum. Allar framførslurnar fingu sera góð ummæli.

 

Um árskiftið 07/08 skrivaði Petur undir plátukontrakt við nýggja føroyska plátufelagið Rock Pipit Records, og stutt aftaná fór Petur við bólki í studio. Í tvær vikur vóru teir í Krisstuffstudio og tóku upp tað mesta av fløguni. Síðani varð restin tikin upp í studio heima hjá Hans Poulsen í Keypmannahavn.

 

Seinni í ár verður fløgan útgivin av Rock Pipit Records. Heiti á fløguni er See Inlaid Heart For Details, og fyrsta singulin er Here We Go, Stereo.

 

Petur og tey í Rock Pipit Records hava avgjørt, at fyrsta singulin verður ókeypis at takað niður av heimasíðuni hjá Rock Pipit Records. Tó heita tey á fólk um at stuðla útgávuni hjá Petur við eini peningauphædd.