Nú ber til at standa á skíð mitt í Keypmannahavn

Glasir-arkitekturin er maðurin aftanfyri slóðbrótandi skíðbrekkuna á takinum á einari brennistøð á Amager

At standa á skíð seta vit vanliga í samband við kulda, kava og fjallatindar. Men hesi tingini vera ikki neyðug longur, um mann ynskir at standa á skíð í Danmark.

 

Í gjár lat nýggja skíðbekkan, Amager Skibakke, upp í Keypmannahavn fyri at blíva roynd. Hetta er ein tilgjørd skíðbrekka, sum er á takinum á einari stórari brennistøð. Bakkin er prýddur við grønum gummi, sum er smurt í silikonu, og tað sigst, at hetta følist næstan sum at standa á skíð í ordiligum kava í alpunum.

 

Bjarke Ingels, sum vit kenna frá Glasir, hevur teknað slóðbrótandi skíðbrekkuna. Verkætlanin hevur tikið seks ár, og enn manglar ovasti parturin. Tilsamans skal hon vera 450 metrar long, og eftir ætlan letur ovari og brattasti upp í vár. Har eru ymisk torleikastig, og talan verður um eina svarta, reyða, bláa og eina grøna skíðbrekku.

 

Her sæst eitt videobrot, har skíðbrekkan verður royndarkoyrd. 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/LwfFK7D8uuw" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>