Nú ber av, Høgni !

Høgni Hoydal, landsstýrismaður og formaður Tjóðveldisfloksins, er aftaná vitjan Anders Fogh Rasmussens farin at filosofera yvir leiklutin hjá donsku stjórnini í føroyskum politikki, og ger tað í grein, sum hann nevnir "Eg sigi tað við babba !".

Kanska skuldi Høgni funnið sær eina aðra yvirskrift, tí tey, sum síggja hana, kundu lættliga fingið assosiasiónir um hin mannin í London!

Men nú er greinin vend soleiðis, at Høgni brúkar heitið m.a. í sambandi við Sambandsflokkin, og undirritaða verður eisini nevnd saman við Marjusi Dam, løgtingsmanni.

Ikki sørt ósmæðið av Høgna Hoydal og hartil rættiliga nasadjarvt av manninum, sum annars alfaðirliga formanar onnur til sakligheit, tá hann nú skírir Sambandsflokkin at vilja "keypa sær vinir" fyri danskar pengar ! hvat billar landsstýrismaðurin sær inn at koma við tílíkum skuldsetingum ?

Sambandsflokkurin biður ikki um peningaliga hjálp at keypa sær vinir, og vit ganga heldur ikki ørindi fyri onnur, sum samgongulimir Høgna hava ført fram. Sambandsflokkurin hevur eina politiska stevnuskrá, og við hava uppskot til eina nýskipan av føroyska samfelagnum, sum flokkurin hevur samtykt at virka fyri, og tað er tað vit gera.

Bæði stevnuskráin og nýskipanaruppskotið eru almenn.

Trupulleikin hjá Høgna
Vit siga, hvat vit vilja, og at við møguligum yvirtøkum skal fylgja gjaldsskylda. Vit hava eisini sagt við umboð fyri sitandi landsstýri á nógv umrøddu kaffifundunum, at teirra fullveldisætlan og samráðingarupplegg var órealistiskt, og vit fingu rætt!

Nú hevur samgongan, og serliga Høgni Hoydal, fingið ein trupulleika at dragast við, tí nú kann danska stjórnin ikki brúkast sum vápn í fullveldisstríðnum.

Danski forsætisráðharrin hevur sagt tað sama vegna donsku stjórnina, sum fyrri forsætisráðharrin segði, at vilja føroyingar hava loysing, so fer danska stjórnin ikki at forða fyri tí. Hesu ferð var tað tó sagt í øðrum tóna, men boðini vóru greið ? ikki arrogant og niðurlátandi, men klár og greið !

Helena Dam á Neystabø er farin úr samgonguni, so nú kann hon koma við uppskotum, sum hon vil, og gera sum hon vil, og løgmaður er farin "á annað spor" í samráðingunum; eftir stendur ein ørkymlaður formaður í Tjóðveldisflokkinum, sum nú langar til høgru og vinstru, tí nú liggur bólturin í Føroyum.

At undirritaða skal hava nærum bønað og biðið Anders Fogh Rasmussen um ikki at ganga løgtinginum á møti, ella siga at yvirtøkurnar ikki bóru til, er pástandur, sum er so púra burturvið, at nú ber av !

Føroyingar, vit øll, hava fingið at vita ikki bert eina ferð, men fleiri ferðir, og nú enn eina ferð, at tað bar til, men avgerðin er okkara.

Tí hevur Høgni Hoydal ein stóran trupulleika, og ikki Sambandsflokkurin, men tað skal sláast fast, at Sambandsflokkurin fer at berjast móti fullveldisætlanum landsstýrisins, eisini um tær skulu krógvast undir heimastýrislógini og yvirtøkum.