Aftur í vetur hevur KÍF verið oddalið frá byrjan av, og einki bendir heldur á, at nakað annað lið fer at standa ovast á stigatalvuni í Atlantic Airways-kappingini, tá endaliga støðan er tald saman. Eftir dystin ímóti Kyndli í gjár, er eisini endaliga staðfest, at KÍF við 100 prosents vissu verður annað liðið í FM-finaluni í manshondbóltinum.
– Tað er eisini tað, vit miðvíst hava arbeitt fram ímóti, at vit skuldu røkka FM-finaluna, so eg kann ikki annað enn vera nøgdur við, at vit nú eru komnir so langt. Hetta er tað, sum vit hava havt fyri eyga, og nú vita vit so, at vit kunnu enda næstfremstir, men ikki aftari enn tað, sigur venjarin hjá kollfirðingum, Jakob Jónsson.
Líkamikið
Undan dystunum um vikuskiftið var støðan tann, at um KÍF tapti allar sínar dystir, samstundis sum H71 vann tveir aftrat og VÍF allar sínar, høvdu kollfirðingar í teoriini ikki komið í finaluna, sum so hevði staðið millum H71 og VÍF. Men nú VÍF kann fáa átta stig aftrat, er KÍF altso níggju stig frammanfyri, men hinvegin kunnu vestmenningar enn fáa H71 aftur, tí har eru bara trý stig á muni.
– Um vit møta H71 ella VÍF í finaluni, kann fyri so vítt gera okkum tað sama, tí hjá okkum ræður bara um at vinna finaluna, um hon so verður yvir tveir ella tríggjar dystir. Tað er tað einasta, vit hava at hugsa um, sigur Jakob Jónsson.
– Tað mugu hoyvíkingar og vestmenningar sjálvir finna útav, hvat av liðunum skal í finaluna aftrat, men tað kundi í løtuni sæð út til, at tað verður H71, tí liðið skal seta nokk so nógv stig til, sjálvt um VÍF tykist gera ein vørr her ímóti endanum. Men fyri okkum er tað líkamikið, hvør tað er.
Vánaligt avrik
Dysturin í gjár, tá KÍF var á vitjan hjá Kyndli í ítróttarhøllini á Hálsi, er ikki ein av teimum, KÍF-venjarin ætlar at goyma sær í minninum, tí hann var ikki nøgdur við serliga nógv av tí, hann har sá.
– Djúpast sæð, so var eg bara nøgdur við tey bæði stigini, vit fingu, tí hetta var vánaligasta avrikið hjá okkum í vetur. Eftir steðgin, tá vit sluppu eitt sindur frá Kyndli, stóð verjan væl og Óla Christian hevði nógvar bjargingar, men annars var einki hjá mær at vera nøgdur við, sigur Jakob Jónsson.
– At vit so í einum so vánaligum dysti allíkavæl kunnu vinna á Kyndli, sigur so eisini eitt sindur um, hví Kyndil ikki er við heilt har frammi.