Í gjárkvøldið fekk ein perónur í venjaratoyminum hjá B36 staðfest koronasmittuna. Hetta merkir fyribils, at allir spælararnir hjá B36 skulu taka nýggja koronaroynd, og eru fyribils í sóttarhald til landslæknin og myndugleikarnir koma við fleiri boðum.
Les eisini: Sleppa ikki at spæla Champions League
Vit fingu hetta at vita í gjárkvøldið. Tað er ein í leiðsluhópinum, men ikki ein spælari. Allir spælararnir eru testaðir seinastu dagarnar, og teir verða testaðir umaftur nú. Allir sita nú í sóttarhaldi og vit bíða til kanningarnar eru gjørdar og so fáa vit boð, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36, við Kringvarpið.
Les eisini: B36 greiðir frá koronastøðuni
B36 er nú í tøttum sambandi við Fótbóltssambandið, landslæknan, Lars Fodgaard Møller, og Elmar Ósá, lækna. B36 skal eftir skránni spæla móti Skála í kvøld, men dysturin er útsettur.
Í komandi viku skal B36 til Gibraltar at spæla móti St Joseph’s í Europa League. Dysturin er settur til 20. august. Reglugerðin hjá UEFA sigur, at dysturin skal verða spældur í seinasta lagi 22. august.
Les eisini: Koronaballada í Skotlandi
Hetta er ein støða, sum KF Drita úr Kosovo er komið í. Har hava tveir spælarar koronasmittuna og kappingarnevndin hjá UEFA situr í løtuni við málinum. Hetta kann koma at vísa hvørjar treytirnar verða fyri B36, um støðan er tann sama hjá árstalsfelagnum. KF Drita skal spæla móti Linfield í undanumfarinum til 1. umfar í Champions League og dysturin skal verða avgreiddur áðrenn fríggjadagin 14. august.