Nú bíða gullvinnararnir úr Kina

Í morgin verður avbjóðingin so mikið stór, at Føroyar hava alt at vinna í Baku

Eftir fram úr sigurin í dag, tá ið Føroyar vunnu 2 ½ - 1 ½ ímóti Bosnia-Hersegovina, eru tað ikki hissini mótstøðumenn, sum nú fyrireika seg til í morgin at telva ímóti Helga Dam Ziska, John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrði Thorsteinsson.

Fyri tveimum árum síðani vann Kina gull á talvolympiaduni í Tromsø. Í morgin verður tað luturin hjá føroysku telvarunum at stríðast við fullvinnararnar!

Kina hevur ikki staðið seg so væl í Baku. Tað er einki, sum bendir á, at kinesarar fara at vinna hesa kappingina. Í gjár taptu teir 3-1 ímóti Onglandi, og í dag taptu teir 2 ½ - 1 ½ ímóti Ungarn. Tí eru tað øgiliga svangir kinesarar, sum í morgin – fyri fyrstu ferð nakrantíð – skulu telva ímóti Føroyum.

 

Miðal styrkistalið hjá kinesisku stórmeistarunum er 2735! Tað hjá føroyingunum er 2329!

 

Mótstøðan verður í morgin av sovornum slagi, at føroysku telvararnir hava einki at tapa men alt at vinna. Um tað eydnast einum teirra at vinna eitt hálvt stig, so verður tað framúr avrik.

Tað er tó komið fyri áður, at Dávid hevur vunnið á Goliati!