Ísfiskatrolarin Fram, sum hevur staðið fastur á bedingsvogninum á Skála seinastu dagarnar, er ikki komin av aftur enn. Tað var, tá bedingin skuldi taka skipið upp, at vognurin partvís fór av skinnaranum, meðan skipið stóð í sjóvarmálanum.
Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST, segði tá, at Fram vigar eini 700 tons, og at teir arbeiddu við ymiskum loysnum um, hvussu skipið kann fáast av aftur.
Longur uppi á bedingini standa ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, sum hava fingið aksiltrekk, samstundis sum skrúvurnar eru iumvældar á verksmiðju í Danmark.
Bakur og Stelkur sleppa ikki av aftur, fyrr enn Fram er fingin av vogninum og á flot.
Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur Bak og Stelk, sigur, at skipini hjá teimum eru liðug og klár at fara av aftur, men sum er sleppa tey ongan veg.
Dávid Jacobsen sigur, at skipasmiðjan MEST arbeiðir bæði dag og nátt við málinum, og hann sigur seg hava góðar vónir um, at Fram fæst leysur aftur ein av komandi døgunum, soleiðis at eisini Bakur og Stelkur sleppa av aftur bedingini - og aftur til fiskiskap.









