”Tá politikkur kemur í politikkin og mytur gerast politiskur veruleiki”
Soleiðis verður tikið til í tíðindaskrivinum, nú Fróðskapur hevur givið út bókina, Frá sjálvstýri móti loysing, eftir Hans Andrias Sølvará, lektara. Í bókini leggur Hans Andrias Sølvará fram nýggja gransking um politisku søgu Føroya í tíðarskeiðinum 1906-1925.
Í politisku søgu Føroya eru eins og aðrastaðni fleiri mytur, sum stava frá eini seinni tíð. Tað hevur m.a. verið ført fram, at tilboðið frá donsku stjórnini til løgtingið um økt fíggjarligt sjálvstýri frá 1906 bert eigur at setast í samband við svikabrøgd hjá stórbrotsmanninum Peter Adler Alberti, danska løgmálaráðharranum í 1906, sum í 1910 fekk 8 ára fongsulsdóm fyri skjalafalsan og svik. Hans Andrias Sølvará vísir á, at einki er í hesi søguni. Hon er íspunnin nakað seinni av politiskum grundum - og er síðan vorðin ein partur av varðveittu søguni.
Fleiri aðrir spurningar úr politisku søgu Føroya verða eisini viðgjørdir í bókini.











