MySpace hevur gjørt avtalu við Universal, Sony BMG og Warner um at gera eina nýggja tónleikaverkætlan. MySpace hevur umleið 200 milliónir brúkarar og nýggja tilboð teirra, sum vil halda áfram at gera tað møguligt hjá fólki ókeypis at lurta eftir tónleiki og hyggja eftir videoløgum, skal seta gongd í søluna av downloads, merchandise, ringitónar og konsertatgongumerki.
Nýggja tilboðið verður í fyrstu siftu sæð sum ein kappingarneyti til iTunes, sum í løtuni dominerar marknaðin.










