Myrdu ósek fólk fyri at fáa viðurkenning

Í Kolombia hava fleiri leiðandi heryvirmenn fingiðsekkin, eftir at herurin hevur funnið loyniligar hópgravir

Forsetin í Kolombia, Alvaro Uribe, hevur enn eina ferð víst, at hann er ikki bangin fyri at seta seg upp ímóti hervaldinum. Í gjár boðaði hann frá, at tríggir av landsins ovastu generalum og 24 aðrir yvirmenn í stjórnarherinum hava fingið sekkin.

Orsøkin til avgerðina hjá forsetanum er, at myndugleikarnir hava funnið hópgravir við líkunum av 19 ungum monnum, sum hvurvu úr fátækrabýlinginum í høvuðsstaðnum Bogotá. Sambært ákæruvaldinum upplýusti herleiðslan, at teir 19 menninir vóru uppreistrarmenn, og at teir vóru falnir í bardaga við stjórnarherin. Endamálið var at útvega herinum rós og hansara leiðarum viðurkenning, skrivar AP.

Mannarættindafelagsskapir í Kolombia siga, at hermenninir burturfluttu teir ungu menninar, sum fyrst fingu tilboð um arbeiði. Allir 19 vóru av fátækum fólki og teir flestu heimleysir.

Teir tríggir generalarnir hava góðtikið uppsagnirnar, men teir halda uppá, at teir vistu einki.