Landsfundur
Mynstringartíðin eigur at styttast, og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at menn eru meira enn fýra mánaðar umborð, segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, tá hann setti landsfundin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Óli Jacobsen byrjaði fundin við at ynskja limunum gleðilig jól og ásanna, at ikki so nógvir limir, sum vanligt og væntandi kundi verið, vóru møttir á fundi. Hann metti, at tað kanska vóru koyrilíkindini, sum vóru orsøk til tað.
Fundarluttakararnir vórðu bodnir til døgurða á Sjómansheiminum eftir fundin. Sum eina eyka jólagávu til fundarfólkið, hevði Fiskimannafelagið lagt bókina »Havið« hjá Boga Hansen á hvørt borð.
Óli Jacobsen legði fyri við at lesa burtur úr ársfrágreiðingini. Ársfrágreiðingin er hesaferð upp á 96 síður, og formaðurin last tí bara brot burtur úr henni.
Óli Jacobsen legði fyri við at taka í sáttmálaviðurskiftini. Sáttmálin kundi sigast upp til 1. december, men hava parrtarnir gjørt av at flyta ta freistina til 1. februar komandi ár. Orsøkin er, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, at ivi er um, hvussu verður við eftirlønarviðurskiftunum, og tí vilja partarnir ikki gera nakran sáttmála, fyrr enn teir vita, hvussu tey viðurskiftini verða. Óli Jacobsen vísti á, at í Íslandi var ein óheppin skipan, sum føroyingar eiga at sleppa undan.
-Her vilja vit hava, at ein eftirløn kemur oman á eina brúkiliga fólkapensión og ikki tekur burtur av henni, segði Óli Jacobsen.
Finnast skuldi fram til, um vit skulu hava eina persónliga ella eina solidariska - samhaldsfasta- skipan. Og her vildi formaðurin fegin hava viðmerkingar frá limunum. Annars boðaði hann frá, at fiskimenn vera kunnaðir um málið í FF Blaðnum.
Óli Jacobsen vísti á, at serligur sáttmáli er fyri svartkjasftaskipið Næraberg. Og hann fegnaðist um Næraberg á tann hátt, at Næraberg hevur gjørt tað møguligt hjá ungum fólki at sleppa til skips. Her hugsar hann um, at skipið krevur nógv fólk, og nýtt fólk, sum annars hevur trupult við at sleppa við verandi flota, fær ein møguleika her.
Annars metti Óli Jacobsen, at ein mynstringartíð upp á fýra mánaðar er alt ov long. Hann kundi í hvussu er ikki droymt um sjálvur at verið so leingi burtur. Her vísti formaðurin til grannalond, sum hava skipan upp á seks-átta vikur. Og eitt, sum menn als ikki skulu finn a seg í er, at teir kortini eru longri umborð, enn hesar fýra mánaðarnar. Tað eigur als ikki at koma fyri.
Í umrøðuni av ymsu skipabólkunum segði formaðurin, at ídnaðarskipini eru við at fara í søguna. Tey hendinga skipin,i sum enn eru eftir, eru við at fara á norskar hendur. Fyri 25 árum síðan vóru ikki færri enn 40 føroysk ídnaðarskip, meðan vinnan í dag er at kalla útdeyð.
Formaðurin gleddist um ein felags áhuga við reiðararnar um at fáa besta prísin fyri fiskin. Hetta hevur gjørt, segði Óli Jaoobsen, at prísirnir eru óhoyrt høgir, tí alt nú verður selt í fríari kapping. Hetta við fríu kappingini metti hann, at Fiskimannafelagið eigur stóran part av æruni fyri, tí felagið var tað fyrsta, sum fór at tosa um marknaðarbúskap í vinnuni.
Hann vísti á talvu í ársfrágreiðingini, sum vísir fiskaprísirnar í Føroyum og grannalondunum. Her liggja vit nakað nógv hægri enn eitt nú íslendingar. Tí í Íslandi er enn tann skipan galdandi, at skip og virki hoyra saman, so at siga. Við tí úrlsiti, at fiskurin er markaður til ávíst virki, at kalla áðrenn hann verður veiddur.
Arbeiðsloysisskipanin er ikki til stóra nyttu fyri fiskimenn, segði Óli Jacobsen. Tá skipanin byrjaði, var hon fín. Men seinni er so tað hent, at fiskimenn og alment kontórfólk verða flokkað saman, og tað ger so, at skipanin fyri fiskimenninar er at kalla til onga nyttu, segði formaðurin í ársfrágreiðingini.
Formðaurin í Føroya Fiskimannafelag fýlist á samskiftið við Fiskimálastýrið. Hann vísti á, at í onkrum føri hevði bræv frá Fiskimannafelagnum ligið í Stýrinum í áravís, uttan at svar var komið.
Hann vísti eisini á, at fiksimannafelagið altíð átti at vera á varðhaldi, tá eitthvørt kom úr landsstýrinum, tí ofta vísti tað seg, at talan fór at vera um at taka rættindi frá fiskimanninum. Og royndirnar vísa, segði Óli Jacobsen, at tað kann gera tað sama, hvørjir flokkar sita í samgongu. Har er eingin munur.
Føroya Fiskimannafelag hevur 90 ár á baki. Felagið fekk rættiliga skjótt sáttmála fyri limirnar, og var hetta fyrsti sáttmáli, sum gjørdur var á føroyska arbeiðsmarknaðinum yvirhøvur, segði Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í ársfrágreiðing síni.
Hann vísti á, at framvegis gongur tað hóast alt væl í so máta hjá Fiskimannafelagnum, hóast nógv verður lagt í vegin. Og í mongum førum eru føroyskir fiskimenn betri fyri, enn starvsfelagarnir í grannalondunum, segði Óli Jacobsen.
Serliga fegnaðist Óli Jacobsen um ta serligu skattaskipan, sum fingin er fyri fiskimenn, og sum fólk yvirhøvur tóku undir við, hóast eitt nú Búskaparráðið hevði »fingið øgiliga ilt í reyvina av hesum her«, sum hann tók til.
At enda nevndi Óli Jacobsen, at eisini hevur teldutøknin gjørt innrás á Fiskimannafelagnum. Felagið er í ferð við at byggja upp egna heimasíðu á Internetinum, har eitt nú ársfrágreiðingin longu liggur. Sleppast kann inn á síðuna við at fara inn á www.fiskimannafelag.fo