- Eg vænti ikki nakað stórt útbrot. Men vit taka støðuna í størsta álvara, og tí er neyðuga tilbúgvingin sett í verk, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni
Hóast ILA-virus er staðfest, og hóast talan er um virus av sjúkuelvandi slagi, so er landsdjóralæknin trygg við støðuna.
Í gjárkvøldi sendi Bakkafrost út tíðindaskriv, har felagið boðaði frá at ILA-virus varð staðfest í aliringum hjá felagnum við Selatrað.
http://www.in.fo/news-detail/news/bakkafrost-ottast-ila/
Les eisini: Bakkafrost óttast ILA
Sammett við støðuna fyrst í hesi øldini, tá ILA-sjúkan mundi tikið lívið av allari alivinnuni, so er alivinnan munandi betri før fyri at tackla støðuna í dag.
- Tilbúgvingin varð sett í verk beinanvegin. Allur laksurin økinum verður slaktaður beinanvegin, og harumframt verður økt eftirlit í øllum Sundalagnum, sigur Birna Mørkøre.
- Næstu vikurnar verða intensivar kanningar gjørdar í øllum økinum við Sundalagið, sigur Birna Mørkøre.
Hoyr samrøðu við Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, við at trýsta á pílin undir myndini.










