Í nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi er ásett, at fiskastovnarnir skulu umsitast øðrvísi enn áður.
- Myndugleikarnir hava tikið ta skilagóðu avgerð, at frameftir skulu fiskastovnarnir umsitast eftir einum leisti, sum er ásettur frammanundan.
Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, í seinastu útgávuni av ritinum, Sjóvarmál, sum kom herfyri.
Hann vísir á, at slíkar umsitingarætlanir eru avtalur millum myndugleikar, vinnu og fiskifrøðina um, hvussu farast skal fram.
Endamálið við ætlanunum er, at tær skulu geva trygd fyri burðardyggari umsiting, samstundis sum tær skulu veita so støðugar karmar fyri vinnuna sum gjørligt.
- Aftrat hesum fara tær at gera tað lættari hjá vinnuni at koma framat marknaðum, har keyparar spyrja eftir dokumentatión fyri burðardyggari veiði.
Stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, sigur seg vóna, at umrøddu partar í felag fara at megna at skipa hesar ætlanir, sum lógin um sjófeingi leggur upp til.