Í morgun legði stóra og kenda ferðamannaskipið Viking Sky at í Kollafirði. Tað hevur ligið har í allan dag, meðan ferðafólkini umborð hava verið runt Føroyar við bussi við ferðaleiðarum.
Í alt hava 18 føroyskir bussar og 14 føroyskir ferðaleiðarar verið í gongd í dag í sambandi við vitjanina frá Viking Sky. Ferðafólkini hava vitjað í eitt nú Vágum, Kollafirði, Leynum og Kvívík.
Viking Sky tekur 930 ferðafólk, og umborð vóru ferðafólk úr eitt nú USA, Kanada og Onglandi.
Flotta ferðamannaskipið loysir frá kai aftur nú klokkan 18 og setur kósina móti Seyðisfjørði í Íslandi. Um smáar tvær vikur kemur sama ferðamannaskip aftur hendan vegin, og tað ger tað eisini tvær ferðir í August.
##med2##
##med7##
##med4##
Fyri góðum tveimum mánaðum síðan kom Viking Sky í havsneyð í Noregi. Skipið fekk umfatandi motortrupulleikar og steðgaði upp í ódnarveðrinum.
Allur heimurin fylgdi við stóra bjargingarátakinum, sum tók meira enn eitt døgn.
Tað eydnaðist at seta tríggjar av teimum fýra motorunum í gongd aftur, og tíðiliga dagin eftir eydnaðist tað sleipibátum at krøkja seg fastar í Viking Sky, sum so bleiv sleipað trygt í land í Molde.
##med5##
##med6##
















