So er seinasta fíggjarlógaruppskotið hjá sitandi samgongu lagt fyri tingið og lagt fram á tíðindafundi.
Hesum stóð Uni Rasmussen fyri í høllini í Smæruni í morgun.
Uppskoti javnvigar við einum yvirskoti á 12 milliónir krónur.
Har eru millum annað skattalættar upp á umleið 70 milliónir krónur og tilsvarandi meirinntøkur í tøkugjaldinum frá alivinnuni.
Nú skal Løgtingið viðgera málið við fyrstu viðgerð í Løgtinginum, og síðani fer fíggjarlógaruppskotið í fíggjarnevndini – og har vita vit av royndum, at nógvar broytingar verða gjørdar. Vit eru eisini í einum valári, og tað plagar at merkja útgjaringar hjá tingfólki, sum vilja hava bæði hetta og hatta málið loyst. So eitt yvirskot upp á 12 milliónir verður valla endaliga úrslitið.
Myndirnar á tíðindafundinum hjá Una Rasmussen tók Álvur Haraldsen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##