Astrið Nanly Breckmann gjørdist herfyri danmarksmeistari í amboðsfimleiki. Sum partur av føroyska kvinnulandsliðnum í amboðsfimleiki luttók hon í DM fyri lið.
Tað var saman við sínum liðfeløgum í danska fimleikafelagnum KG66, at hon luttók. Astrið Nanly Breckmann venur annars til dagligt við Havnar Fimleikafelag.
Nú kann Føroya fremsti fimleikari hjá kvinnum eisini kalla seg danmarksmeistara í amboðsfimleiki.
Umframt at vinna kappingina saman við sínum liði, varð Astrið Nanly Breckmann eisini kosin besti fimleikarin í allari kappingini samanlagt.
Tað er eitt sera flott avrik.
In.fo hevur fingið nakrar nýggjar myndir, sum vit gleðiliga vísa okkara lesarum, samstundis sum vit ynskja Astrið Nanly Breckmann eitt stórt tillukku.
##med2##
##med3##
##med4##