Hølini á ovaru hæddini eru nútímansgjørd, og øll útgerð er nýggj. Nýggja venjingarstøðin heldur til, har venjingarstøð áður hevur verið, men hølini eru víðkað, so øll ovara hædd nú er venjingarstøð, har Styrki Fitness heldur til. Móttøka og inngongd til svimjihøllina er nú á niðaru hæddini.
Sigurð Marner Simonsen, ein av eigarunum, helt røðu, tá móttøka var í dag, og legði hann dent á, skipað er soleiðis fyri, at nýggja venjingarstøðin er fyri øll.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, helt røðu, og fegnaðist um nýggja tilboðið til borgarar í Vági, og onnur við, og hann fegnaðist um nýggju, snøggu hølini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##