Tað var sjey ára gamli, Niels Jacob Thomsen, sum skar bandið millum pierarnar, tá nýggi bátahylurin alment varð latin upp.
Teir, sum hildu í endunum báðu megin, tá Niels Jacob skar, vóru Sigmundur Poulsen og Hjartvard Thomsen.
Bandið varð skorið við einum spildurnýggjum grindaknívi, og hendan hevði Fróði Tausen gjørt til høvið.
Báturin, sum teir tríggir, Niels Jacob, Sigmundur og Hjartvard, vóru í, var Royndin, og saman loystu teir uppgávuna væl.
Løtan við nýggja bátahylin í Hvalba í dag byrjaði við hátíðarligum hornatónleiki, og tað var Tróndur Enni, sum leiddi orkestrið.
Svein í Prestgarði sang eisini nøkur løg, og hesa uppgávu megnaði hann sum altíð væl. Hugvekjandi sangur og tónleikur.
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, helt eina røðu, har hann greiddi frá tilgongdini til stóru verkætlanina.
Forkvinnan í vega-og havnanevndini, Gunnhild Mortensen, helt eisini røðu, og bæði fegnaðust tey um, at verkið nú er lokið.
Nýggi bátahylurin tekur seg væl út. Hann er bæði stórur og rúmligur og liggur væl vardur innan fyri stóra grótkastið.
In.fo fer at venda aftur til ymiskt av tí, sum Janus Thomsen og Gunnhild Mortensen førdu fram við stóru løtuna í Hvalba í dag.
Eftir løtuna við bátahylin, har sólin skein so fagurliga, bjóðaði kommunan øllum til leskandi og okkurt gott undir góman.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##