Smyril siglir nú heim eftir eftirlit og umvælingar, og á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður fegnast um, at dokkingin hevur gingið væl.
Eisini verður sagt, at tíðar- og kostnaðarætlan hava hildið.
Prince hevur verið avloysaraskip, meðan Smyril hevur verið í dokk, og hóast fólk hava latið væl at at sigla við skipinum, so hevur hetta havt avbjóðingar við sær, tí túrarnir hava verið færri, longri er at koma frá og leggja at. Avlýsingar hava verið, og onkran dag hevur ongin sigling verið.
Men nú ber til at fegnast um, at ætlandi er Smyril aftur á Tvøroyri leygardagin. Tó er ikki greitt, júst nær hann byrjar aftur í regluiigari sigling.
Myndirnar eigur SSL og eru tær av Smyrli, meðan arbeitt verður í dokkini.
##med2##
##med3##
##med4##