Myndir: Smáfyritøkur forvitnisligt søluátak í Runavík

Klokkan 11 í morgun læt upp forvitnisligt sølutiltak í Skótahúsinum við Løkin í Runavík, har fleiri enn 20 smáfyritøkur eru við.

Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hesa vikuna, verður eitt øðrvísi søluátak í Skótahúsinum við Løkin um vikuskiftið.

 

Sølutiltakið læt upp nú klokkan 11, og vit hava fingið nakrar myndir sendandi, sum vórðu tiknar í gjár, tá gjørt varð klárt til tiltakið.

 

Felags fyri tær fleiri enn 20 smáfyritøkurnar, sum eru við á sølustevnuni, er, at tær dagliga ikki hava nakran sýnisglugga uttanum internetið. 

 

Hetta eru smáfyritøkur, sum fáast við praktisk og kreativ ting av alskyns slag.

 

Á sølutiltakinum verður eisini møguleiki at sígga, hvussu ymiskar vørur og lutir vera framleidd.

 

- Her verður eisini verður møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.

 

Í dag klokkan 14 fer Sóley Leo Steintún at framføra, og klokkan 15 fer Marjun Wolles at hava stórt Syngið-við-tiltak við børnum. 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir av hesum serstaka og forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin.

 

Lagt verður aftrat, at tiltakið, sum er kent undir heitinum Pop-Up marknaður, læt upp nú klokkan 11. 

 

Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum til tiltakið í gjárkvøldið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##