Viðheftu myndir eru tiknar í Skopun um 08-tíðina í gjáramorgunin, tá Teistin á fyrsta túri av Gomlurætt var á veg inn aftur í havnina í Skopun til túrin klokkan 08.10.
Hvørki veður ella brim var av tí ringasta hesa løtu, og skipið kom eisini trygt inn á Pollin og til bryggju, soleiðis at ferðafólk og akfør sluppi í land og umborð.
Teistin sigldi seinasta túr av Gomlurætt í gjár klokkan 15.50. Síðan var eingin sigling restina av seinnapartinum og kvøldinum.
Í morgun hevur heldur eingin sigling verið um Skopunarfjørð vegna veður, og fyrsti túrur hjá Teistanum í morgun verður úr Skopun klokkan 10.30.
##med2##
Skopun er brimpláss, og tað ger umstøðurnar hjá skipi og manning nógv truplari, at einki verjugrót er eftir á ytru síðu á norðara pieri.
Verjugrótið, sum her hevur ligið, er minkað burtur í einki, og hetta ger, at tað er betong, sum tekur ímóti alduni, sum soleiðis slær nógv harðari og ger umstøðurnar truplari.
At so partur av tí gróti, sum her lá, er endaður í innsiglingini, ger umstøðurnar hjá skipara og manning ivaleyst upp aftur truplari, tá siglast skal inn í Skopunar havn.
##med3##
##med4##