Myndir: Kateryna Klochko/AFP/Ritzau Scanpix

Myndir: Russar dripið 23 sivil fólk í ukrainskum býi

Ein guvernørur í landsparti í Zaporizjzja greiðir frá rakettálopum ímóti fleiri sivilum bilum í útjaðaranum á býnum.

 

Myndir: Kateryna Klochko/AFP/Ritzau Scanpix

Ukrainski býurin Zaporizjzja, sum liggur í landspartinum við sama navnið, er í dag álopin í einum drepandi rakettálopið.

Ta sigur guvernørurin í økinum, Oleksandr Starukh.

– Higartil eru 23 deyð og 28 særd. Øll eru sivil fólk, skrivar ukrainski guvernørurin á samskiftistænastuni Telegram.

Álopið rakti fleiri sivilar bilar í útjaðaranum av ídnaðarbýnum.

Eitt eygnavitni frá tíðindastovuni Reuters greiðir frá um deyð fólk, sum liggja á vegnum ella í raktu bilunum. Í nógvum bilum eru rútarnir brotnir av ógvusligu spreingingini.

Ukraina leggur Russland undir at standa aftan fyri dagsins álop.

 

##med2##

Russland hevur fleiri ferðir víst aftur at tað stendur aftan fyri álop á sivil fólk í sambandi við yvir sjey mánaðir drúgva kríggið í Ukraina.

Ein prorussiskur embætismaður í Zaporizjzja ákærir sambært tíðindstovuni AFP Ukraina fyri at hava ábyrgdina av álopinum.

Zaporizjzja-økið er ein av fýra landspørtum, sum russiskar deildir hava hersett og hava valdið á. Seinnapartin hevur Vlademir Putin forseti í Russlandi boðað frá, at Zaporizjzja, Luhansk, Donetsk og Kherson eru russisk øki.

 

##med2##


Verandi kríggið í Ukraina hevur vart í yvir sjey mánaðir – síðani 24. februar. Tað byrjaði um morgunin eftir eina røðu hjá Putin.

/ritzau/Reuters

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

Myndir: Kateryna Klochko/AFP/Ritzau Scanpix