H71 fekk ikki gagnnýtt góða úrslitið hjá sær frá fríggjakvøldinum, tá ið seinni dysturin ímóti RK Maribor Branik var á skránni.
Hoyr samanumtøka frá FM1 við at trýsta HER
Gestirnir úr Slovenia høvdu lært nógv frá fyrra dystinum, ið H71 vann 25-24, og dugdi sera væl at leypa á føroysku verjuna. Alt fyri eitt sást hvønn veg tað bar, og Maribor legði seg á odda 3-0 eftir lítlari løtu. Tað eydnaðist H71 at minka niður í tvey mál eitt skifti, men nærri gjørdist tað ongantíð. Maribor lat ongan iva vera um hvørjir vóru yrkisleikarar og hvørjir vóru áhugaleikarar, og øktu upp í 17-10, ið gjørdist hálvleiksstøðan.
Fyrsta løtan av seinna hálvleiki var helst hin besta hjá H71. Tá riggaði tað at forða fyri Maribor-álopinum, og H71 hótti eina løtu við at minka fitt um munin. Men tað helt ikki við. Slovenar vóru eirindaleysir og avgjørdu dystin tíðliga í seinna hálvleiki. Endin var ein greiður sigur til Maribor við úrslitinum 31-24 og so var føroyska luttøkan í Evropa Cup av á hesum sinni.
Málskjúttar hjá H71 vóru: Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jakobsen 4, Pætur Mikkjalsson 2, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Pauli Mittún 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Hans Kári Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1 og Janus Dam Djurhuus 1
Sí eisini myndir frá fyrra dystinum við at trýsta HER
Álvur Haraldsen, myndamaður, var aftur í dag í Høllini á Hálsi og tók myndirnar, ið kunnu síggjast við at trýsta á myndirnar niðanfyri:
##ms##