Myndir: Nógv fólk og nýggjar trollemmar

Tá Emerald í gjár kom á Vág, tók nógv fólk ímóti á bryggjuni. Røður vórðu hildnar og fólk fekk møguleika at vitja umborð á nýggja og stásiliga skipinum hjá reiðarínum Havborg.

 

Vágbingar teljast millum manningina: Skiparar eru John Mikkjal Godtfred og Jákup Joensen, og eisini er Eyðun Holm við sum maskinmaður.

 

Eisini vóru Mortan og Hildigun Johannesen við á túrinum heim.

 

Lemmavirkið í Vági, Rock Trawldoors, var eisini á bryggjuni við lemmum, tí Emerald skuldi taka trollemmar frá Rock umborð.

 

Emerald av Vági í morgun kl. 11:30 og fór til Havnar í dag, har hátíðarhald verður við Vestaru bryggju kl. 16.00 í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Myndir: Bjarni Johansen og Rock Trawldoors. Dronumyndir: Niels Jacob Eysturberg