Myndir: Nógvir føroyingar í veitslu hjá drotningini

Margreta drotning hevur í kvøld boðið føroyingum, grønlendgum og dønum av betra slagnum til siðbunda konsert á Fredensborg Slotti.

Mangar ferðir hevur hennara háting Margreta drotning og Heindrikur prinsur hildið konsertir í Slotskirkjuni á Fredensborg Slotti, har ymisk fólk hava verið boðin. Í 2017 var tað umhvørvis- og matvørugreirin, sum var í fokus, og fyrr hevur tað verið ferðavinna, heilsa og íverksetan, sum hevur verið á skránni.

##med2##

##med3##

– Hesaferð ynskir drotningin at viðurkenna nakrar av teimum persónum, sum hava tikið stór tøk fyri felagsskapin millum Grønland, Føroyar og Danmark. Tí hevur drotningin boðið fleiri fólkum til konsert og døgurða á slottinum í kvøld, sigur Konshúsið, sum skrivar soleiðis:

– Fra Færøernes grønne fjelde og Grønlands isklædte bjerge til Danmarks marker og skove spænder rigsfællesskabet bredt geografisk, og gennem generationer har de tre lande delt historie, hvor venskaber og familier er flettet sammen. Aftenen vil således være en anerkendelse af Grønland, Færøerne og Danmark og det rigsfællesskab, de tre lande er en del af.

##med5##

##med6##

 

##med7##