Stórt hátíðarhald var seinnapartin í gjár, tá Tórshavnar Musikkskúli varð tikin í nýtslu. Hátíðarhaldið fór fram í konserthøllini, sum hevur fingið navnið Hátún.
Anniku Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hildu røður, og setti borgarstjórin eisini orð á týdingin, sum Ólavur Hátún, sáli, hevur havt fyri tónleikin í Føroyum.
- Undangongumanninum, musikkskúlaleiðaranum og tónlistaligu eldsálini Ólavi Hátún til heiðurs og æru, ber konserthøllin, ið vit nú sita í, heitið Hátún. Aftrat sjálvum skúlanum, so er Hátún nýtt alment konsertstað í býnum. Í Hátúni fer tónleikurin, ið Ólavur setti so høgt, at ljóma fagurt og frítt, segði Annika Olsen í røðu síni.
Sí myndir frá hátíðarhaldinum niðanfyri.
##ms##